Færri brot á revsilógina meldað

Færri brot á revsilógina meldað
Føroyar vóru eitt tryggari stað í 2015 enn í 2014 og árini frammanundan, benda hagtøl hjá løgregluni á
 
09.06.2016 - 09:41

Sambært hagtølunum vórðu færri brot á revsilógina meldað í 2015 enn nakað ár síðan 2008, tá løgreglan fór at skráseta.

Í 2015 vórðu í miðal 12 brot á revsilógina meldað til løgregluna fyri hvørji 1000 fólk. Í Danmark er sama talið 57 meldað brotsverk fyri hvørji 1000 fólk.

Fleiri harðskapsmál meldað

Tað er serliga kriminalitetur sum herverk og stuldur, sum minni varð av í fjør enn undanfarin ár. Hinvegin vórðu nógv harðskapsmál meldað í fjør.

Harðskapsmálini, sum vóru meldað til løgregluni, vóru fleiri enn nakað annað ár, síðan skrásetingarnar byrjaðu í 2008.

Tað vóru lutfalsliga næstan líka nógv harðskapsmál meldað í Føroyum í fjør sum í Danmark, vísa tølini hjá løgregluni í Føroyum.

Harðskapur og fyllskapur fylgjast

Løgreglan leggur tó dent á, at nógv tey flestu harðskapsmálini eru í sambandi við vertshúsvitjanir á náttartíð.

Hagtølini vísa, hvussu nógv hava meldað til løgregluna og siga tí einki beinleiðis um kriminalitetin í landinum.

Tað kann sjálvandi eisini bara vera, at hugburðurin um tað at ringja til løgregluna og boða frá er broyttur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 27. november
Morgunlestur mikudagur 27.november 2024
184106
Týsdag 26. november
LEITISSTEIN 26.11.2024 (Marius DC)
184212
Týsdag 26. november
Tíðarrák (5:5)
184198
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. november
Føroysk fiktión (2:5)
184205
Týsdag 26. november
Veðrið
184201
Týsdag 26. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
184179
Týsdag 26. november
Andaktin
184172
Sunnudag 24. november
Stórmøti hjá Heimamissióni
184095