Ger ikki meira við málið

Ger ikki meira við málið
Løgtingsins umboðsmaður ger ikki meira við eitt mál, at táverandi løgmaður ikki vildi gera samrøðu við ein tíðindamann hjá Kringvarpinum
 
07.06.2016 - 10:10

Løgtingsins umboðsmaður ger ikki meira við málið um, at táverandi løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen, ikki vildi gera samrøðu við ein journalist hjá Kringvarpinum við tí grundgeving, at Kaj Leo Holm Johannesen ikki hevði álit á journalistinum.

Kringvarpið kærdi táverandi løgmann til Løgtingsins Umboðsmann 30. desember 2014. Nú, eftir hálvtannað ár, er niðurstøðan hjá umboðsmanninum komin.

Táverandi løgmaður segði, at hann ikki hevði álit á Jan Lamhauge, journalisti, og tí ikki vildi gera samrøðu við hann til eina sjónvarpssending um fiskvinnuna, og at hann hevði ringar royndir av journalistinum.

Umboðsmaðurin ger ikki meira

Løgmansskrivstovan sigur í svari til umboðsmannin, at gangast má út frá, at løgmaður er sakligur, tá hann sigur seg ikki hava álit á einum journalisti. Men hesum sjónarmiði er Løgtingsins umboðsmaður ikki samdur í, skrivar umboðsmaðurin.

Løgtingsins umboðsmaður sigur í niðurstøðuni, at tað er ikki greitt, um orsøkin til ringu royndirnar av journalistinum eru negativ og kritisk umrøða av løgmanni og rikna politikkinum, ella um misálitið er ella var grundað á "illoyalan journalistik", sum hon orðar tað.

Men Løgtingsins umboðsmaður ger ikki meira við málið. Hon sigur, at tá táverandi løgmaður ikki longur situr í embætinum, hevur umboðsmaðurin ikki møguleika at gera meira við hendan spurningin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 6. februar
Góðan morgun Føroyar
187420
Hósdag 6. februar
Breddin: Tollkríggj
187418
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (6:6)
187318
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (5:6)
187317
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (4:6)
187316
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155