- Tíðindi, mentan og ítróttur
Arbeiðið heldur nú fram
Arbeiðið heldur nú fram
Varveitingararbeiðið upp á Múrin í Kirkjubø er tikið upp aftur. Arbeiðið er framhald av varðveitingarætlan, sum byrjaði fyri fýra árum síðan
07.06.2016 - 08:30
Eftir at fyrireikingar vórðu gjørdar í apríl mánaði, eru konserveringsarbeiðið upp á Múrin tikið upp aftur, skriva Søvn Landssins á heimasíðuni.
Arbeiðið at varðveita Múrin í Kirkjubø er framhald av varðveitingarætlanini fyri Múrin, ið varð sett í verk í 2012 sambært Søvnum Landsins.
Farið er nú undir at konservera múrverkið í eystara helmingi á suðursíðuni til beint eystur um tann eystara portalin, stendur á heimasíðuni savn.fo
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV