- Tíðindi, mentan og ítróttur
83 ára gamal dømdur fyri kynslig misbrot
In.fo skrivar, at meðan løgreglan kannaði eina fráboðan um, at maðurin á heysti 2014 hevði misbrúkt eina gentu í einum seyðahúsum, kom eisini fyri ein dag, at maðurin hevði misbrúkt sína egnu abbadóttir, eisini tá hon var um 10 ára gomul og fleiri ferðir.
Dómarin fann mannin sekan í siðamisbroti móti tveimum gentum um 10 ára aldur. Maðurin fekk eitt árs fongsulsrevsing, har av fýra mánaðir treytaleysir.
Væl nøgd við dómin
Linda Margrethe Hesselberg, ákæri, sigur við heimasíðuna in.fo, at hon er væl nøgd við dómin frá Føroya rætti.
- Tað er týdningarmikið fyri rættarkensluna í einum lítlum samfelag, at tann seki má sita dómin, sigur ákærin, Linda Hesselberg.
Hon sigur somuleiðis, at tað var gott, at rætturin - hóast maðurin er 83 ára gamal - metti, at tá hann ikki var ov gamal til at fremja hesi lógarbrotini, ja, so var hann heldur ikki ov gamal at sita dómin í fongslinum, skrivar in.fo.