- Tíðindi, mentan og ítróttur
Løgreglan leitar: Plantasjan í Havn avbyrgd
Løgreglan hevur avbyrgt ein stóran part av Plantasjuni í Havn í sambandi við eitt innbrot í húsini hjá Djóralæknatænastuni við Varðagøtu tíðliga í morgun.
Tveir mans eru tiknir og skuldsettir í málinum. Norðari partur av Plantasjuni er avbyrgdur, eisini økið kring Listaskálan og dunnuhyljarnar.
Løgreglan boðsend tíðliga í morgun
Løgreglan varð boðsend um hálvgum seks tíðina í morgun, tá fólk varnaðust, at okkurt var á vási.
Tað var lætt at fylgja slóðini av lutum, sum hoyrdu til Djórlæknatænastuna, oman til Plantasjuna, har teir báðir menninir vórðu funnir.
Sambært vakthavandi í politistøðini hava teir tikið upp í fleiri sekkir av heilivági, sproytinálum og øðrum lutum, og eru farnir oman í Plantasjuna við tí.
Báðir menninir eru handtiknir, og løgreglan kannar nú málið.