- Tíðindi, mentan og ítróttur
KÍ hevur annað beinið í finaluni
KÍ vísti aftur í kvøld, at liðið er í stórformi. Teir vunnu 4-1 á NSÍ, og sigurin var ikki eitt mál ov stórur.
Tað var tó NSÍ, sum legði seg á odda, tá átta minuttir vóru farnir. Pól Johannus Justinussen skallaði eitt hornaspark frá Árna Frederiksberg í málið.
KÍ svaraði skjótt aftur, teir fór upp á hálvuna hjá NSÍ at trýsta, og NSÍ fekk ongantíð sítt spæl at rigga undir hesum trýstinum.
Tá sekstan minuttir vóru farnir javnaði Semir Hadzebulic til 1-1, og tað gingu bara tíggju minuttir, so legði Jóannes Bjartalíð heimaliðið á odda.
Jóannes Bjartalíð var aftur málskjútti, tá hann við brotssparki økti til 3-1, tá 35.minuttir vóru farnir. 3-1 var eisini hálvleiksstøðan.
KÍ sat eisini á øllum frá byrjan í seinna hálvleiki, og tá átta minuttir vóru farnir, var tað Páll Klettskarð sum økti til 4-1, eftir góða avlevering frá Semir Hadzebulic.
Tað líktist hesa løtuna, at KÍ kundi fáa fleiri mál, men tá 60. minuttir vóru farnir fekk David Langgaard, heldur óneyðugt, eitt gult kort afturat og bleiv útvístur.
NSÍ hevði tískil meira enn ein hálvan tíma til at svara aftur, men teir skaptu ikki ein málmøguleika við ellivu ímóti tíggju. KÍ var tættari við at skora til 5-1, enn NSÍ var at minka um munin.
Tað tóktist eisini løgið, at NSÍ venjarin, Anders Gerber, spældi allan dystin við trimum miðverjum, tá KÍ valdi at fara aftur at verja við tíggju monnum.
Sigfríður Clementsen var viðmerkjari hjá Kringvarpinum til dystin, og hann helt, at NSÍ dumpaði á taktiska økinum.
Seinnu hálvfinalurnar vera 15.juni. NSÍ og KÍ møtast í Runavík, og í Gøtu spæla Víkingur og Skála. Víkingur vann mikukvøldið á Skála fyrru hálvfinaluna 1-0.
KÍ og NSÍ møtast tó longu aftur í Klaksvík í landskappingini á norðoyastevnu 5.juni.
KÍ-NSÍ 4-1 (3-1)
08 min. 0-1 | Pól Johannus Justinussen |
16 min. 1-1 | Semir Hadzebulic |
26 min. 2-1 | Jóannes Bjartalíð |
35 min. 3-1 | Jóannes Bjartalíð (br.) |
52 min. 4-1 | Páll Klettskarð |
60 min. Reytt kort | David Langgaard (tvey gul) |