- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føroyar hava spælt seg víðari úr EM undankapping
Liktenstein gav føroyska liðnum væl sterkari mótstøðu enn Írland gjørdi í gjárkvøldið, men Føroyar vunnu tó greitt.
Úrslitið bleiv 3-0 til Føroyar. Settúrslitini: 25-15, 25-15 og 25-21.
Liktenstein var leingi á odda í bæði fyrsta og øðrum setti, men Føroyar vendu tí. Í triðja setti vóru Føroyar á odda frá byrjan.
Hava spælt seg víðari
Sigurin hevur við sær, at Føroyar hava spælt seg víðari úr hesari EM-undankappingini, sum er fyri smátjóðir. Nummar eitt og tvey fara víðari, og Føroyar hava í øllum førum tryggjað sær annað plássið.
Kappingin er eisini innleiðandi HM-undankapping, og skulu Føroyar spæla seg víðari har, er neyðugt at vinna á Kýpros í morgin, tí bara nummar eitt í bólkinum fer víðari úr innleiðandi HM-undankappingini.
Bólkafinalan ímóti Kýpros verður í morgin klokkan 18.30. Sjónvarpið sendir dystin beinleiðis.