- Tíðindi, mentan og ítróttur
Innbrot, stuldur og grind
Klokkan sjey í morgun fekk løgreglan boð um at ein bilur var farin útav í Streymnesi. Eingin var í bilinum, tá løgreglan kom á staðið.
Tá høvdu menninir stolið ein annan bil, sum koyrdi útav í Leirvík. Báðir menninir tummlaðu og sluppu til Fuglafjarðar, har løgreglan fekk fatur á teimum.
Illgruni er um, at menninir fyrr um náttina hava brotið inn í goymsluna hjá bryggjarínum Okkara á Hálsi í Havn, har teir stjólu øl og pengakassatólið, sum teir tóku við í tann fyrra stolna bilin, sum fór útav í Streymnesi, sigur vakthavandi.
Klokkan ellivu minuttir yvir hálvgum níggju í morgun komu grindaboð, men grindin slapp. Fólk sóu hana í Heystfirði, men mistu hana burtur aftur.