- Tíðindi, mentan og ítróttur
Útbyggja frítíðarskúlan á Argjahamri
Útbyggja frítíðarskúlan á Argjahamri
Fýra flokkar vera í frítíðarskúlanum, tá forskúli og triði flokkur verða taldir við
20.05.2016 - 09:57
Frítíðarskúlin á Argahamri verður útbygdur, samstundis sum fimleikahøllin í skúlanum verður útbygd til ítróttahøll.
Tað samtykti Tórshavnar býráð í gjárkvøldið.
Ætlanin er at byggja 130 fermetrar afturat til frítíðarskúlan, sum nú hevur tveir flokkar. Men í veruleikanum skal hann brúkast til fýra flokkar, tá forskúli og triði flokkur verða taldir við.
Og tá skúlin er útbygdur, ber eisini til at hava ungdómsklubba sum tann í Hoyvík á Argjahamri.
Kommunan ætlar eisini at útbyggja Badmintonhøllini í Havn, so hon kann hýsa frítíðarskúla til triðja flokk.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV