Kannaðu fleiri onnur misbrot

Kannaðu fleiri onnur misbrot
Løgreglan kannaði um maðurin, sum mikudagin varð dømdur trý ára fongsulsrevsing fyri neyðtøku, hevði framt tvey onnur brotsverk
 
19.05.2016 - 10:21

Eftir at maðurin, sum Føroya rættur í gjár dømdi trý ára fonsgulsrevsing fyri neyðtøku og neyðtøkuroynd, varð varðhaldsfonglaður í oktober í fjør, var hann undir illgruna fyri at hava framt tvey onnur brotsverk, sum politiið kannaði.

Men maðurin er ikki longur settur í samband við tey. Politiið fann eingi prógv, sum kundu bera eina skuldseting móti tí tá 19 ára gamla manninum.

SÍ EISINI Nýggjar skuldsetingar um kynslig misbrot

Sambært Útvarpinum tann 19. november í fjør leitaði politiið í sínum skjalagoymslum eftir óloystum málum og fann  tvey, har lýsingin av manninum líkist tí varðhaldsfongslaða. 

Annað málið er frá mars í fjør. Tá varð ein kvinna álopin, tá hon var á veg til hús á náttartíð. Kvinnan slapp til rýmingar, tí hon sprændi hárlakk á álopsmannin.

Hitt málið er frá juli í fjør. Tá tekur ein maður í eina kvinnu, sum var á veg til hús um náttina. Hon fekk slitið seg leysa og slapp til rýmingar. Báðar hesar hendingar vóru í Havn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 26. november
LEITISSTEIN 26.11.2024 (Marius DC)
184212
Týsdag 26. november
Tíðarrák (5:5)
184198
Týsdag 26. november
Morgunlestur týsdagur 26.november 2024
184105
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. november
Føroysk fiktión (2:5)
184205
Týsdag 26. november
Veðrið
184201
Týsdag 26. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
184179
Týsdag 26. november
Andaktin
184172
Sunnudag 24. november
Stórmøti hjá Heimamissióni
184095