- Tíðindi, mentan og ítróttur
Rætturin viðger neyðtøkumál
Maðurin er ákærdur fyri at hava neyðtikið eina eldri kvinnu, sum hann kennir, í november í 2014. Maðurin noktar seg sekan. Hann sigur, at samlegan var sjálvboðin.
Kvinnan meldaði ikki fyrr enn knappliga eitt ár seinni, tá hon í einum blaði las um álopið á eina unga kvinnu við Sjónleikarhúsið í Havn.
SÍ EISINI Neyðtøkuroynd: Fleiri gjørt vart við seg
Tá varð maðurin, sum nú er ákærdur fyri neyðtøkuroynd, varðhaldsfongslaður fyri tað álopið. Maðurin noktar seg eisini sekan í neyðtøkuroynd. Men hann viðgongur, at hann tók í kvinnuna og legði hana niður.
Ákæruvaldið hevur bundið um heilan fingur og í øðrum lagi ákært mannin fyri blygdanarskemd, roynd at fremja blygdanarskemd, harðskap og tvingsil, um rætturin ikki góðtekur ákæruna um neyðtøkuroynd.
Varðhaldsfongslaður síðani oktober
Ákærdi tók ikki støðu til hesa ákæruna. Tað einasta, hann viðgekk, var, at hann hevði tikið í kvinnuna og lagt hana niður.
Maðurin hevur verið í varðhaldi í sjey mánaðir, ella síðani grundlógaravhoyringina 20. oktober í fjør.
Ákærin fer at krevja treytaleysa fongsulsrevsing. Boðað er eisini frá endurgjaldskrøvum frá kvinnunum. Tey eru ávikavist 70.000 og 60.000 kr.