Varlig byrjan upp á EM í svimjing

Varlig byrjan upp á EM í svimjing
Fyrstu føroyingarnar hava verið í hylinum í EM-kappingini í London
 
17.05.2016 - 14:01

EvropaMeistarastevnan í svimjing í London er byrjað, og fyrstu føroyingar hava roynt seg í olympiska hylinum. Byrjanin kundi verið frægari, skrivar svimjing.com.

Fyrst at royna seg var Sára Ryggshamar Nysted úr Suðuroyar Svimjifelag, í 400 m. blandað.

Hon dragnaði nakað í firvaldasvimjingini, men kom aftur í rygg, áðrenn tað so gekk hinvegin aftur í bringu og frí.

svimjing.com skrivar, at tað var serliga skiftið millum rygg og bringu sum gjørdi gekk illa, tí Sára helt seg møguliga vera kolldømda.

Tað hevði við sær, at hon ikki gav seg full út, restina av kappingini. Hon kom á mál við tíðini 5:15.48. Sára eigur føroyska metið á 5:00.47.

Tað gekk væl betri hjá Signhild Joensen úr Ægir í 200 m. rygg.

Tíðin hjá henni var 2:21.58, sum er ein góð tíð, tó ikki hennara skjótasta, sum er 2:19.61. 

Myndina eigur svimjing.com

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. apríl
Jesu líðingarsøga - Langi fríggjadagur
190849
Hósdag 17. apríl
Jesu líðingarsøga - Skírisdagur
190847
Hósdag 17. apríl
Áður enn eg ljósið sá
190844
Mikudag 16. apríl
Mono - Passions Just LIke Mine (5:5)
190823
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta
190846
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
190835
Týsdag 15. apríl
Veðrið
190770
Týsdag 15. apríl
Dagur og vika
190805