- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nýggj nevnd í TF-Holding
Tilráðingarnevndin hjá TF-Holding peikaði á Birgir Nielsen, Ingibjørg Berg, Johonnu á Bergi og Jákup Egholm Hansen, sum var nevndarlimur, men stóð til val.
Tá avtornaði vórðu Annika Waag, Birgir Nielsen og Karl Birgir Isaksen vald í nevndina í TF-Holding.
Annika Waag stóð til val, men var ikki millum tey, sum tilráðingarbólkurin peikaði á. Hon stillaði kortini upp, og aðalfundurin valdi hana aftur í nevndina.
Birgir Nielsen, sum tilráðingarnevndin peikaði á, varð somuleiðis valdur, meðan Jákup Egholm Hansen, sum hevur stuðlað fyrrverandi formanninum Gunnari Í Liða, fall.
Karl Birgir Isaksen var somuleiðis valdur í nevndina.
Hetta merkir, at Gunnar Í Liða hevur mist sínar stuðlar í nevndini Jan Muller og Jákup Egholm Hansen, men enn er ikki greitt, hvønn Karl Birgir Isaksen og Birgir Nielsen stuðla - sitandi formannium, Arna Brattaberg ella Gunnar Í Liða.
Tað er tó greitt, at Annika Waag hoyrir til veingin hjá Ingeborg Godtfred og sitandi formanninum Arna Brattaberg, sum gjørdist formaður við lutakasti, eftir at Skráseting Føroya hevði ógyldað formansvalið av Gunnari í Liða eftir seinasta aðalfund.
Nevndin í TF-Holding er sostatt mannað av Arna Brattaberg, Gunnari í Liða, Ingeborg Godtfred, Birgir Nielsen, Anniku Waag og Karl Birgir Isaksen.