- Tíðindi, mentan og ítróttur
Halda fram at leita
Leitað verður framvegis eftir einum av manningini, sum russiska skipið, Lazurnyy, misti seinnapartin í gjár. Í dag leitar bara Brimil har suðuri móti føroyska markinum.
Tað var klokkan hálvgum seks seinnapartin ígjár, at Sjóbjargingarstøðin fekk boð frá Norðborg um, at russiska skipið hevði mist ein mann.
SÍ EISINI Russiskt skip misti mann
Lazurnyy var staddur suðuri móti føroyska markinum. Hóast tyrla og skip leitaðu so leingi, tað var ljóst, eydnaðist ikki at finna mannin.
Sjóbjargingarstøðin, MRCC, fekk samband við russiska skipið og fekk at vita haðani, at ein maður var horvin. Hann var ikki at finna umborð.
Ring líkindi í gjár
Norðborg, Ísleifur, Jupiter, Christian í Grótinum, Næraberg og Lazurnyy leitaðu. Tyrlan kom á staðið beint fyri klokkan sjey, og Norðborg samskipaði leitingina.
Líkindini at leita vóru vánalig, okkurt um 20 metrar um sekundið, og aldan var góðar sjey metrar høg, men sýnið var toluligt.
Leitað varð til ikki bar til at leita longur fyri myrkri. Men leitingin gav ikki úrslit, upplýsir MRCC. Nú leitar Brimil, og sambært MRCC er veðrið gott á leiðini.