- Tíðindi, mentan og ítróttur
Blokkurin ófrystur
Tá nýggja landsstýrið tók við, bað tað donsku stjórnina um at stegða prístalsviðgerðini, sum undanfarna landsstýrið fekk í lag.
Tað var gamaní, svaraði stjórnin, heildarveitingin í 2016 verður tann sama sum í 2015. Men tað er hon ikki kortini.
Í brævi til Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu, í gjár, skrivar Claus Hjort Frederiksen, fíggjarmálaráðharri, at eitt harmiligt mistak í Fíggjarmálaráðnum gjørdi, at broytingin ikki kom við í donsku fíggjarlógina fyri 2016.
Stendur einki um prístalsjavning
Tað stendur einki í fíggjarlógini um, at prístalsjavningin skal steðga. Danski ráðharrin vónar, at stjórnin og landsstýrið í vár kunnu semjast um blokkin eftir 2016.
Tá partarnir eru samdir, leggur stjórnin lógaruppskot fyri fólkatingið um heildarveitingina árini eftir 2016.
Í tí sambandi ber til at rætta mistakið hjá Fíggjarmálaráðnum viðvíkjandi 2016, sigur Claus Hjort Frederiksen. Tá avtornar, fáa Føroyar sostatt somu upphædd í ríkisveiting í ár sum í fjør.