- Tíðindi, mentan og ítróttur
Stuðla føroyingum í at fáa limaskap
Íslendska stjórnin er sinnað at stuðla landsstýrinum í royndunum at fáa sjálvstøðugan limaskap í Norðurlandaráðnum og limaskap í handilsfelagsskapinum EFTA, sum Ísland er í.
Tað stendur á heimasíðuni hjá íslendska Uttanríkisráðnum. Íslendski uttanríkisráðharrin, Gunnar Bragi Sveinsson, og Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkismálum, hittust í Reykjavík fríggjadagin.
Millum annað kunnaði Poul Michelsen íslendska ráðharran um uttanríkispolitikkin hjá samgonguni. Samgongan ætlar at fáa Føroyum limaskap í EFTA og fullan limaskap í Norðurlandaráðnum.
SÍ EISINI Landsstýrismaðurin: Fyrireika nú limaskapin
Eftir at hava ráðført seg við Uttanlandsnevndina hjá løgtinginum, tað var hósdagin, er Poul Michelsen nú farin í holt við fyrireikingarnar.
Sambært íslendska uttanríkisráðharranum er Ísland sinnað at hjálpa føroyingum at fáa sínar uttanríkispolitisku ætlanir framdar.
Í morgun fór Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkismálum, úr Íslandi til Finnlands, har hann skal á fund hjá norðurlendsku samstarvsráðharrunum.