Biðja landsstýrið endurskoða revsilógina

Biðja landsstýrið endurskoða revsilógina
Í morgin fer løgtingið at biðja landsstýrið endurskoða og dagføra revsilógina, millum annað partin um siðsemi
 
10.12.2015 - 08:08

Annika Olsen minnir í uppskoti til samtyktar løgtingið á eina yvirlýsing, sum hon sum landsstýriskvinna gjørdi fyri seks árum síðani.

Í 2009 undirskrivaðu danski løgmálaráðharran, Brian Mikkelsen, og landsstýriskvinnan í innlendismálum, Annika Olsen, yvirlýsing um, at Føroyar yvirtaka revsirættin.

Yvirtøkan varð framd longu árið eftir. Men síðani 2010 eru fáar broytingar gjørdar í revsilógini, sigur Annika Olsen.

SÍ EISINI Løgtingskvinna vil hava revsilógina broytta

Í sambandi við yvirtøkuna varð stovnað revsirættarligt ráð, sum skuldi vera ráðgevi hjá landsstýrinum og løgtinginum viðvíkjandi revsilógini.

Annika Olsen mælir til at víðka ráðið og arbeiðsøki tess, so tað eisini kann dagføra og endurskoða føroysku revsilógini.

Annika Olsen vil tí hava løgtingið at heita á landsstýrið um at dagføra og endurskoða føroysku revsilógina, laga hana til føroysk viðurskifti og harafturat umseta hana til føroyskt.

Løgtingið skal fáa landsstýrið at gera lógaruppskotini, sum krevjast í hesum sambandi. Tað fer løgtingið at samtykkja í morgin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. desember
Morgunlestur mikudagur 4. desember 2024
183616
Týsdag 3. desember
LEITISSTEIN 03.12.2024 (Jólasoul)
184618
Týsdag 3. desember
Breddin - Fátakaváði
184576
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
184615
Týsdag 3. desember
Veðrið
184604
Mánadag 2. desember
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
184551
Mánadag 2. desember
3-2 (2. desember 2024)
184550
Sunnudag 1. desember
Hvør býr her? (4:4) - teknmálstulkað
184482