Thorvald Danielsen í fremstu donsku deildini

Thorvald Danielsen í fremstu donsku deildini
Flogbóltsspælarin, Thorvald Danielsen, hevur vunnið sær fast pláss á besta liðnum hjá Randers
 
01.12.2015 - 11:13

Fyrrverandi spælskiparin hjá Mjølnir, Thorvald Danielsen, hevur vunnið sær fast pláss á besta liðnum hjá Randers Novo Volley í bestu donsku flogbóltsdeildini.

Thorvald hevur í nógv ár verið millum bestu spælararnar hjá Mjølnir og eisini á landsliðnum.
 
Síðani hann flutti til Danmarkar hevur hann vilja roynt seg í kappingini millum teir bestu, og tað hevur eydnast honum.

Hann valdi at spæla fyri Randers Novo Volley, og har hevur gingið so væl, at Thorvald Danielsen hevur vunnið fast pláss millum teir seks sum byrja inni.
 
Gongdin í ár hevur verið eitt sindur skiftandi. Liðið hevur tapt fýra av fimm dystum, men hevur bara tapt tann eina dystin 3-0. Tí er Randers Novo Volley nú á sætta plássi í bestu donsku deildini.
 
Umframt sigurin, sum var móti fyrrverandi donsku meistarunum úr Middelfart VK, ið var í DM-finaluni í fjør, hevur Randers eisini vunnið tvey sett ímóti einum øðrum fyrrverandi donskum meistaraliði, Boldklubben Marienlyst.
 
Nú sunnudagin hevur Randers Novo Volley tó fyribils sína størstu uppgávu. Tá koma donsku meistararnir Gentofte Volley á vitjan.
 
Gentofte hevur vunnið allar sínar fyrstu fimm dystir í kappingini, og liggur tí einsamalt á odda í kappingini við 14 stigum. Randers hevur fýra stig.
 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 10. apríl
RagnarRokk 10.apríl 2025
189858
Hósdag 10. apríl
RagnarRokk: Oliver Philipps um Shells
189855
Hósdag 10. apríl
Andarblak 10. apríl 2025 - Kórsangur
190564
Hósdag 10. apríl
Eitt korter við jazzi 10. apríl 2025
190554
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 10. apríl
Útilív 4:6
190570
Hósdag 10. apríl
Føroyar - Litava (36-26)
190551
Mikudag 9. apríl
Undansending: Føroyar - Litava
190512
Týsdag 8. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
190454
Týsdag 8. apríl
Veðrið
190447