- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ógvusligt ferðsluóhapp í Kaldbaksbotni
Eitt ferðsluóhapp var í Kaldbaksbotni seint gjárkvøldið, tá ein bilførari misti tamarhaldið á bilinum og koyrdi yvir í mótsattu koyribreyt, har hann rendi beint í gronina á einum mótkoyrandi bili.
Løgreglan fekk fráboðanina eitt korter yvir tíggju gjárkvøldið. Sambært vakthavandi vóru fimm fólk í bilunum.
Tveir sjúkrabilar vóru í fyrstu atløgu sendir á staðið og løtu seinni ein triði sjúkrabilur. Øll fólkini vóru koyrd á sjúkrahúsið, men sum skilst vóru tey heppin og sluppu við smærri skaðum.
Øll fimm megnaði at sleppa úr bilunum sjálvi eftir óhappið.
Ferðsluóhappið tarnaði ferðsluni í við at bilarnir fóru illa og kundu ikki rullast av vegnum. Ikki fyrr enn klokkan 23.36 var koyrandi sum vant aftur eftir vegnum, sigur vakthavandi á løgreglustøðini.