Kvinna sprongt seg sjálva í luftina

Kvinna sprongt seg sjálva í luftina
Tvey fólk í París hava í morgun latið lív undir eini atsókn hjá løgregluni, tá ein kvinna við sjálvmorðsbumbu gjørdi av við seg
Løgreglufólk á varðhaldi í St. Denis, norðanfyri franska høvuðsstaðin, í morgun, eftir eina atsókn hjá løgregluni, sum fyrr í morgun kravdi tvey lív, tá ein kvinna sprongdi seg í luftina
Mynd: AP  
 
18.11.2015 - 08:47

Tvey fólk hava latið lív undir einari atsókn hjá fronsku løgregluni í morgun, skrivar BBC. Tey bæði fólkini lótu lív, tá ein kvinna sprongdi eitt belti við sprongievnum.

Tvey fólk eru handtikin, sigur BBC. Tað var tíðliga í morgun, at løgreglan fór inn í Saint Denis, ið er ein forstaður norðanfyri franska høvuðsstaðin, París.

Greinin heldur fram niðanfyri

Sambært BBC ger løgreglan atsókn móti einari íbúð, har fólk, ið verða hildin av hava hava samband við yvirgangsatsóknina, eru stødd.

Óváttað tíðindi vija vera við, at maðurin, ið er undir illgruna fyri at hava lagt atsóknina til rættis, Abdelhamid Abaaoud, er í íbúðini, og hevur girt seg inni har við belgiska Salah Abdeslam, ið er eftirlýstur í samband við atsóknina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 9. apríl
Morgunlestur mikudagur 9.apríl 2025
190384
Týsdag 8. apríl
LEITISSTEIN 08.04.2025 (Hettarher)
190455
Týsdag 8. apríl
Góðan morgun Føroyar
190414
Týsdag 8. apríl
Morgunlestur týsdagur 8.apríl 2025
190383
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 8. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
190454
Týsdag 8. apríl
Veðrið
190447
Týsdag 8. apríl
Fótbóltur: Føroyar - Gibraltar
190450
Mánadag 7. apríl
Hon leyp á leistum
190366