- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nú verður hann endurstovnaður
1. apríl í 2013 fór hann í søguna - Landsbanki Føroya, sum undanfarna løgting á jólum 2012 samtykti skuldi fara í søguna.
Landsbankin verður kortini ikki søga meira, tí hann skal endurstovnast, segði Aksel V. Johannesen, løgmaður, á tíðindafundinum í Tinganesi í morgun.
Gongur tað, sum samgongan ætlar, verður Landsbankin endurstovnaður um eitt hálvt ár, 1. mai, upplýsti Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum.
Royndu at bjarga Landsbankanum
Hetta er kortini ikki fyrstu ferð, at ein roynd hevur verið gjørd at bjarga Landsbanka Føroya, sum fór í søguna 1. apríl í 2013.
13. februar í 2013 kom Tjóðveldi við uppskoti um at seta úr gildi løgtingslóg um at seta úr gildi løgtingslóg um Landsbanka Føroya. Tað broytti kortini einki, tí uppskotið varð felt.
Flestu starvsfólkini í Landsbankanum fóru í annað alment starv, tá hann fór í søguna. Millum annað gjørdist stjórin, Sigurd Poulsen, stjóri á Hagstovuni.