- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kringvarpsgjaldið broytt: Soleiðis ávirkar tað teg
Tað upplýsti Aksel V. Johannesen, løgmaður, tá hann á tíðindafundi greiddi frá raðfestingunum og broytingaruppskotinum til fíggjarlógina fyri 2016.
Í framtíðini verður kringvarpsgjaldið 1800 krónur fyri hvønn einstakan, ella 150 krónur um mánaðin, segði løgmaður millum annað á tíðindafundinum.
Tað eru kortini ikki allir borgarar, sum í framtíðini fara at gjalda kringvarpsgjald, meðan aðrir bólkar fara at gjalda minni í kringvarpsgjaldi.
Trupul skipan at umsita
Øll fólk undir 24 ár verða í framtíðini frítikin fyri kringvarpsgjald, sama um fólk bert hava lestrarstudning sum inntøku ella um fólk eru í einum hálønarbólki.
- Tað er trupult at umsita eina skipan, har munur verður gjørdur á inngjaldinum, ið TAKS fer at krevja inn, segði Aksel v. Johannesen á tíðindafundinum í morgun.
Allir pensjónistar fara eisini at gjalda tað sama, uttan mun til, hvat starv fólk hava havt, sambært uppskotinum. Pensjónistar fara at gjalda 600 krónur um árið.