Vendsyssel longt sáttmálan við føroying

Vendsyssel longt sáttmálan við føroying
Rene Shaki Joensen hevur nú sáttmála við Vendsyssel fram til 2017
 
30.10.2015 - 13:31

Rene Shaki Joensen hevur longt sáttmálan við danska 1.deildarfelagið, Vendsyssel.

Føroyski landsliðsleikarin fekk sáttmála við felagið í summar. Tann sáttmálin var galdandi hetta árið út.

Nú er sáttmálin longdur fram til 2017, skrivar bold.dk.

Venjarin hjá felagnum, Ove Christensen, sigur við bold.dk, at føroyingurin passar væl til hópin hjá Vendsyssel.

- Han er meget dedikeret og har den fandenivoldskhed, som man som træner elsker at se hos sine spillere, sigur Ove Christensen við bold.dk

Rene Shaki Joensen hevur spælt við í 12 dystum hjá Vendsyssel í hesum kappingarárinum, og hann hevur skorað trý mál.

Felagið er í løtuni á uppflytingarkós til Superliguna.

Toppurin í 1.division:

1 Lyngby 29 stig
2 Vendsyssel 29 stig
3 AC Horsens 24 stig
4 Fredericia 23 stig

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859