Neyðtøkuroynd: Fleiri gjørt vart við seg

Neyðtøkuroynd: Fleiri gjørt vart við seg
Fleiri fólk hava gjørt vart við seg hjá løgregluni, eftir at løgreglan eftirlýsti fólk í samband við eina neyðtøkuroynd í Havn mikukvøldið
 
03.10.2015 - 09:56

Ein kvinna síðst í 20-unum varð álopin aftanífrá og koyrd um koll. Maðurin royndi at gera seg inn á hana, men kvinnan stríddist í móti og at enda rýmdi maðurin. Hendingin fór fram aftanfyri Sjónleikarhúsið í Havn mikukvøldið millum klokkan ellivu og hálvgum eitt um náttina.

Í gjár segði løgreglan, at tey vildu frætta frá teimum, sum halda seg hava sæð ella hoyrt nakað, sum kann hava samband við neyðtøkuroyndina. Og í morgun sigur vakthavandi, at fleiri fólk hava gjørt vart við seg. Nú verður so hugt nærri at hesum og mett, hvat kann hava áhuga og týdning fyri málið - og so fer løgreglan helst at gera onkrar avhoyringar.

Løgreglan er serliga áhuga í at frætta frá fólki, sum hava verið í miðbýnum, økið millum Steinatún og Sjónleikarahúsið, um tað mundi, hendingin fór fram, tí kanska onkur hevur sæð ella hoyrt okkurt, sum kann hjálpa løgregluni víðari í málinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 29. november
Vikuskiftið 29 nov 2024
184410
Fríggjadag 29. november
Breddin: Fráflyting og altingsval
184380
Fríggjadag 29. november
Góðan morgun Føroyar
184364
Fríggjadag 29. november
EM-trok #1: Vit kenna væl Sveis
184332
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. november
3-2
184417
Fríggjadag 29. november
Veðrið
184408
Fríggjadag 29. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184321
Hósdag 28. november
Kanst tú siga farvæl? (1:2)
184255
Mikudag 27. november
Kanst tú siga farvæl? (2:2)
184254