- Tíðindi, mentan og ítróttur
Doyði í Havn á veg heim aftur úr Íslandi
Klokkan ein minutt í seks hókvøldið vóru boð eftir sjúkrabili í Havn, tí ein kvinna small um við tjaldingarplássið Yviri við Strond í Havn.
Ein maður steðgaði einum bili, sum koyrdi Yviri við Strond, og bað bilføraran ringja eftir hjálp.
Tá sjúkrabilurin kom aftur á Landssjúkrahúsið varð staðfest, at kvinnan var deyð.
Á rundferð
Sambært politinum var kvinnan 67 ára gomul og útlendsk. Hon var á rundferð við Norrønu og kom til Havnar av Seyðisfirði klokkan trý seinnapartin hósdagin og skuldi víðari til Hanstholm hóskvøldið.
Politiið veit ikki, um tað er eydnast at boða øllum teimum avvarðandi hjá kvinnuni frá, so tí ber ikki til at siga enn, úr hvørjum landi kvinnan var.olitiið
Líkskoðan verður fyrrapartin mánadagin.