Nú kemur kanningin hjá grein 19 nevndini

Nú kemur kanningin hjá grein 19 nevndini
Í morgun klokkan tíggju fæst at vita, hvat grein 19 nevndin hjá Løgtinginum fekk burtur úr at kanna Eik grunnin og eftirlitið við grunninum
Klokkan 10 í morgun kemur kanningin hjá grein 19 nevndini hjá Løgtinginum, ið hevur kannað Eik grunnin og eftirlitið við grunninum
 
18.08.2015 - 08:15

Tá verður kanningin hjá nevndini almannakunngjørd á tíðindafundi í Løgtinginum. Nevndin hevur tosað við 13 fólk í sambandi við kanningina og fingið upp í fleiri ringbind av skjølum.

Sambært lógini um grein 19 nevndina skuldi nevndin kanna viðurskifti í sambandi við virksemið hjá Eik grunninum frá 2002 til 2010, tá Eik kollsigldi, og eftirlitið við grunninum frá 2002 til mai í fjør.

Eftirlitið var í Danmark til 1. januar í 2008, tá eftirlitið við vinnurekandi grunnum varð yvirtikið og gjørdist føroyskt. Nevndin skuldi ikki taka støðu til, um hon heldur, at nakar kann revsast fyri virksemið hjá Eik grunnin ella fyri eftirlitið við grunninum.

Einmælt samtykt í Løgtinginum

Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, bað fyrst í mai í fjør løgtingið seta eina grein 19 nevnd at kanna Eik grunnin. Tað samtykti Løgtingið einmælt at gera.

Í Grein 19 nevndini eru løgtingsfólkini Joen Magnus Rasmussen, sum er formaður, Kristina Háfoss, næstforkvinna, og Helgi Abrahamsen. Sigmund Poulsen, advokatur, er løgfrøðiligur ráðgevi hjá nevndini.

Grein 19 nevndin hevði sín fyrsta fund í løgtingssetuni 2013, tað var tann 13. juni í 2014. Eftir løgtingsvalið er ætlanin at leggja uppskot til samtyktar fyri løgtingið, so løgtingið fær viðgjørt kanningina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 2. desember
Morgunlestur mánadagur 2. desember 2024
183607
Sunnudag 1. desember
Møti í Betesda
184478
Leygardag 30. november
TEMAPLÁTAN 40, 'Isolation', Toto, 1984
184316
Leygardag 30. november
Jambalaja - 301124
184448
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. desember
Hvør býr her? (4:4) - teknmálstulkað
184482
Sunnudag 1. desember
3-2
184480
Sunnudag 1. desember
Hvør býr her? (3:4) - teknmálstulkað
184477