- Tíðindi, mentan og ítróttur
Freistin at stilla upp er í kvøld
Freistin at stilla upp er í kvøld
Í kvøld klokkan 18.00 er seinasta freist at stilla upp til løgtingsvalið
18.08.2015 - 10:28
Í kvøld er seinasta freist hjá teimum sjey flokkunum, sum bjóða seg fram á løgtingsvalinum um tvær vikur, at lata løgtingsvalnevndini valevnislistarnar.
Allir sjey flokkar, sum nú eru í løgtinginum, stilla upp.
Teir kunnu stilla upp í mesta lagi 301 fólk, tí hvør flokkur kann stilla upp 43 fólk, tíggju fleiri enn løgtingsfólkini eru.
Á løgtingsvalinum í 2011 vóru 168 fólk uppstillað.
Eingin nýggjur flokkur bjóðar seg fram til løgtingsvalið hesaferð.
Freistin at boða frá tí var tann 30.juli klokkan 18.00, stívliga eitt samdøgur eftir, at valið varð fráboðað.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV