- Tíðindi, mentan og ítróttur
Russar vilja hava føroyskan makrel
Bogi Simonsen, sølumaður hjá North Pelagic, sum selur fyri klaksvíksskipini Norðborg og Christian í Grótinum, væntar, at russisk skip fara at selja meira av sínum makreli í Russlandi í staðin fyri í øðrum londum, sum tey gera nú fyri at fáa fremmant gjaldoyra.
Samstundis sum Ísland nú misti russiska marknaðin, er Nigeria framvegis at kalla afturlatið, tí innflytarar fáa ikki dollarar ella annað fremmant gjaldoyra at keypa fyri.
Alment er marknaðurin í Nigeria stongdur, men tað ber til at fáa makrel á marknaðin har, sigur Bogi Simonsen.
Eirikur á Húsamørk, stjóri á Høvdavirkinum, sum selur turkað toskahøvd til Nigeria, sigur, at útflutningurin hjá teimum er tann sami, sum hann var, og pengarnir koma fyri høvdini. Men prísurin er lækkaður nakað.
Eirikur á Húsamørk væntar, at viðurskiftini verða sum tey vóru í Nigeria, í næsta mánað, tá landið fær ein fiskimálaráðharra aftur.
Bogi Simonsen væntar eisini, at ein loysn kemur í Nigeria í næsta mánað.