Miðflokkurin sær onga orsøk at kalla tingið saman

Miðflokkurin sær onga orsøk at kalla tingið saman
Miðflokkurin hevur ikki hug at kalla tingið saman nú at viðgera frágreiðingina hjá Hans Gammeltoft-Hansen, kanningarstjóra.
 
15.07.2015 - 15:26

Floksstjórnin hjá Miðflokkinum hevur viðgjørt spurningin, og niðurstøðan er, at nú er so stutt eftir til ólavsøku, at tað kann gera tað sama at kalla tingið saman. 

Tað váttar Bill Justinussen, tingmaður fyri Miðflokkin. 

Tí er greitt, at andstøðan fær ikki hjálp frá Miðflokkinum at kalla tingið saman. 

Andstøðuflokkarnir Framsókn, Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi hava sent øllum flokkum og tingfólkum bræv, har teir heita á tey um at at taka undir við at tingið verður kallað saman at viðgera frágreiðingina og hvørjar avleiðingar tað skal hava fyri løgmann, at hann tilvitað segði ósatt fyri løgtinginum í tunnilsmálinum. 

Framsókn, Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi hava 12 tingfólk tilsaman, og tað skulu 14 tingfólk til at kalla tingið saman, tí hevur andstøðan tørv á undirskriftum úr samgonguni.

Miðflokkurin er kortini av teirri fatan, sigur Bill Justinussen, at tað hevði verið best fyri politisku skipanina, um
løgmaður sjálvur legði frá sær. 

- Tað er ikki í lagi, at løgmaður letur tinginum skeivar upplýsingar. Tað eigur politiska skipanin ikki at tola. Men nú er so stutt til ólavsøku og tingfólk eru í summarfrí, at tað er lítil meining í at kalla tingið saman nú, sigur Bill Justinussen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. februar
Jambalaja - 080225
187525
Leygardag 8. februar
Upp á tá - 070225
187518
Leygardag 8. februar
Morgunlestur leygardagur 8.februar 2025
186656
Fríggjadag 7. februar
Vikuskiftið 7 februar 2025
187506
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342