- Tíðindi, mentan og ítróttur
Svimjarar fingið gull og silvur heiðursmerki
Svimjarar fingið gull og silvur heiðursmerki
Føroyar fingu fyrrapartin gull og silvur heiðursmerki á Norðurlendsku Meistarastevnuni fyri ung
11.07.2015 - 11:27
Føroyar fingu fyrrapartin gull og silvur heiðursmerki á Norðurlendsku Meistarastevnuni fyri ung.
Sára Ryggshamar Nysted úr Suðuroyar Svimjifelag og Vár Erlingsdóttir Eidesgaard úr Havnar Svimjifelag svumu 800 metra frísvimjing víð tíðunum 9.23.65 og 9.25.45.
Tíðin hjá Sáru, sum fekk gull, er nýtt føroyskt juniormet. Føroyska metið eigur Mona Simonsen, tað er 9.18.65 og varð sett á heimsmeistarastevnuni í Melbourne í 2007.
Danska Silja Nielsdóttir Hansen, sum hevur føroysk ættarbond, vann bronsu í 800 metra kappingini fyrrapartin.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV