- Tíðindi, mentan og ítróttur
Flogbóltur: Føroyar í kvinnufinaluni
Føroyar vunnu fyri løtu síðani 3-0 á Menorca í hálvfinaluni.
Settúrslitini vóru 25-16, 25-12 og 25-12.
Um eina løtu verður hin hálvfinalan. Har møtast Áland og Saaremaa.
Tey flestu væntað, at Saaremaa vinnur greitt, og at tað tí verða tær, sum Føroyar skulu møta.
Føroyska liðið hevur enn ikki tapt eitt sett í kappingini, men tær vænta harða mótstøðu frá Saaremaa í finaluni.
- Tær eru høgar og tær sláa hart, men vit skulu nokk taka tær í finaluni, sigur Femja Mortensen.
Eitt sjónvarpsinnslag frá hálvfinaluni millum Føroyar og Menorca kemur á kvf.fo seinni í kvøld.
Um eina løtu skulu menninir spæla hálvfinalu ímóti Álandi. Dysturin byrjar klokkan 17.00, og útvarpið hevur beinleiðis frásøgn.