Løkke fingið grønlendsku ynskini

bannari
Løkke fingið grønlendsku ynskini
Lars Løkke Rasmussen hevur fingið ynskini frá teimum báðum nývaldu grønlendsku umboðunum í Fólkatinginum, Aleqa Hammond og Aaja Chemnitz Larsen
Nývaldu fólkatingsumboðini í Grønlandi hava borið fram ynskini hjá Grønlandi eftir fólkatingsvalið herfyri fyri Lars Løkke Rasmussen
 
30.06.2015 - 09:08

Danskir pengar í ein grønlendskan ráevnisgrunn, serligan ráðharra fyri ríkisfelagsskapin, og lógírnar um málsøkini, sum Danmark varðar av í Grønlandi, skulu dagførast.

Grønlendsku fólkatingskvinnurnar hava givið nýggja danska forsætisráðharranum, Lars Løkke Rasmussen, síni ynski, nú nýggj stjórn er skipað í Danmark, skrivar KNR.

Siumut vil hava Danmark at seta pengar í ein grønlendskan ráevnisgrunn, sum eisini skal fíggja undirstøðukervið í Grønlandi.

IA tekur undir við uppskotinum

Aleqa Hammond, fólkatingskvinna, sigur við KNR, grønlendska kringvarpið, at endamálið við grunninum er eisini at fáa danskar íløgur í Grønlandi til frama fyri ríkisfelagsskapin.

IA tekur undir við hesum uppskotinum um at fáa danir, bæði statin og privatar fyritøkur, at gera íløgur í Grønlandi.

Siumut vil eisini hava kannað pengarenslið millum Danmark og Grønland fyri at vita, hvussu nógv Danmark fær aftur av heildarveitingini, millum annað danskar fyritøkur, sum arbeiða í Grønlandi.

Vilja sleppa fram at samráðingarborðinum

Siumut vil eisini hava Danmark at taka á seg størri ábyrgd sum arktisk tjóð og, at Danmark í størri mun hjálpir grønlendingum, sum koma illa fyri í Danmark.

Aaja Chemnitz Larsen í IA vildi hava forsætisráðharran at tilnevna ein ráðharra fyri Arktis og ríkisfelagsskapin. Slíkur ráðharri er tó ikki við í nýggju donsku stjórnini.

IA vil eisini sleppa fram at samráðingarborðinum, tá danska fíggjarlógin verður gjørd. Og Danmark eigur at síggja til, at lógir um donsk málsøki í Grønlandi verða dagførdar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791