Atkvøðurnar á fólkatingsvalinum fíntaldar

bannari
Atkvøðurnar á fólkatingsvalinum fíntaldar
Fólkaflokkurin fekk 16 atkvøður afturat, Tjóðveldi misti 12. Tað vóru størstu broytingarnar, tá atkvøðurnar á fólkatingsvalinum vórðu taldar umaftur
Atkvøðurnar á fólkatingsvalinum, ið var 18. juni, eru nú fíntaldar
 
30.06.2015 - 11:49

Eftir fínteljingina er Tjóðveldi framvegis størsti flokkurin. Tjóðveldi fekk 5.718 atkvøður. Javnaðarflokkurin fekk 5.670 og Sambandsflokkurin 5.496 atkvøður.

Munurin millum teir báðar flokkarnir gjørdist átta atkvøður størri enn hann var valkvøldið, tí Sambandsflokkurin misti fýra atkvøður og Javnaðarflokkurin fekk fýra afturat, so 174 atkvøður gjørdu, at Sjúrður Skaale varð valdur í Fólkatingið og ikki Edmund Joensen.

Tak niður: Atkvøðurnar á fólkatingsvalinum 2015 fíntaldar (PDF-skjal, letur upp í nýggjum kaga)

Men munurin millum Tjóðveldi og Javnaðarflokkin er upp aftur minni, hann er bara 48 atkvøður. Valkvøldið var hann 64 atkvøður. Nýtt Sjálvstýri misti tríggjar atkvøður í fínteljingini og endaði á 400, Framsókn misti fimm og endaði á 744.

Fínteljingin broytti einki hjá Miðflokkinum, sum fekk 605 atkvøður og Uttanflokkalistin fekk tvær atkvøður afturat og endaði á 347 atkvøðum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791