Tilmæli kemur um 14 dagar

Tilmæli kemur um 14 dagar
Umsitingin í løgtinginum fer nú gera eitt tilmæli til formansskapinum, í kjalarvørrinum av niðurstøðuni hjá Hans Gammeltoft-Hansen, kanningarstjóra
Jonhard Klettheyggj er stjóri á Løgtingsskrivstovuni
 
26.06.2015 - 11:12

Umsitingin hjá løgtinginum skal brúka einar 14 dagar at koma við sínum tilmæli, sum formansskapurin í løgtinginum hevur biðið um, eftir niðurstøðuna av kanningini hjá Hans Gammletoft-Hansen, kanningarstjóra.  

Tað sigur Jonhard Klettheyggj, stjóri á Løgtingsskrivstovuni.

Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður, segði í gjár, at hann fer ikki at kalla tingið saman at viðgera kanningarúrslitið, fyrr enn hann hevur fingið eitt tilmæli frá umsitingini í løgtinginum um, hvat nú skal gerast. 

- Tað er umráðandi ikki at leypa framav, sigur Jógvan á Lakjuni.

Kemur við tilmæli

Umsitingin hjá løgtinginum hevur tikið áheitanina frá formansskapinum til eftirtektar. Hon fer at viðgera málið nærri og koma við einum tilmæli til formansskapin, sigur Jonhard Klettheyggj.

Tilmælið hjá Hans Gammeltoft-Hansen, kanningarstjóra, er at geva Kára P. Højgaard, fyrrverandi landsstýrismanni í innlendismálum, og Kaj Leo Holm Johannesen, løgmanni, eitt nefs - eina kritiska átalu - fyri at hava brotið lógina um ábyrgd landsstýrismanna. 

Hetta er ein siðvenja, sum danska fólkatingið hevur ment, tí mett verður, at tað kann vera eitt ov ógvusligt stig at taka at fara undir eitt umfatandi og kostnaðarmikið rættarmál. 

Fyri at brot á lógina um ráðharraábyrgd ikki bara skal fara aftur við borðinum og á tann hátt máa grundarlagið undan politisku skipanini og lógarverkinum, hevur fólkatingið ment ta siðvenju, at ein ráðharri kann fáa eina meira ella minni kritiska átalu frá Fólkatinginum, um hann brýtir lógina. 

Politisku avleiðingarnar kunnu vera, at ráðharri leggur frá sær, og onkuntíð hevur tað ongar avleiðingar. 

Í fólkatinginum er tað "forrætningsnevndin", sum orðar eina kritiska átalu, og skulu vit gera tað sama í Føroyum, er tað formansskapurin, sum skal leggja slíkt uppskot fyri løgtingið, segði Súsanna Danielsen, fyrrverandi løgtingsstjóri, við útvarpið mikudagin. 

Tað eru millum annað hesar siðvenjur, sum Jógvan á Lakjuni, løgtinsgformaður, vil hava umsitingina hjá løgtinginum at orða og koma við tilmæli um, hvussu siðvenjan skal vera í Føroyum. 

Og tað er júst hetta, sum umsitingin fer at gera, sigur Jonhard Klettheyggj, løgtingsstjóri.

Finna javnvág

- Tað snýr seg um at finna eina javnvág, og hvørjar avleiðingar eitt brot á lógina um ábyrgd landsstýrismanna skal fáa, sigur hann. 

Í løtuni eru møguleikarnir tveir: At lógarbrot ongar avleiðingar fær yvirhøvur, ella at fara undir eitt rættarmál.

- Tað snýr seg um at finna gyltu millumloysnina, sigur Jonhard Klettheygg. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. januar
Jambalaja - 250125
186859
Leygardag 25. januar
Vikan 25. januar 2025
186848
Leygardag 25. januar
Upp á tá - 240125
186847
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519