Eina Kalsø: Vit fara eftir gullinum

Eina Kalsø: Vit fara eftir gullinum
Liðskiparin á kvinnulandsliðnum sigur, at bara gullið er gott nokk á oyggjaleikunum í Jersey
Føroyska kvinnuflogbóltslandsliðið hevur havt sína fyrstu venjing í Jersey
Mynd: Leivur Frederiksen  
 
26.06.2015 - 14:26

Føroyska kvinnuflogbóltslandsliðið hevði sína fyrstu venjing í dag.

Umstøðurnar har vant verður, og har dystirnir skulu spælast eru av teimum allarbestu.

Liðskipari á føroyska landsliðnum er Eina Kalsø, og hon sigur, at liðið aftur hesaferð fer eftir gullinum.

Vit hava nógv at liva upp til, tí føroysku kvinnurnar vinna ofta gull á oyggjaleikunum, og tí er tað málið hjá okkum.

- Eg vænti, at tað aftur hesaferð verður Saaremaa, sum verður sterkasta mótstøðuliðið hjá okkum, sigur Eina Kalsø.

Føroyar spæla sín fyrsta dyst sunnudagin klokkan 11.00, tá er Isle of Man mótstøðuliðið.

Bólkurin A:

Føroyar

Bermuda

Áland

Jersey

Isle of Man

Bólkur B:

Saaremaa

Menorca

Hitra

Guernsey

Dystir hjá Føroyum í bólkaspælinum:

Sunnudagin 28.06 Føroyar-Isle of Man
Mánadagin 29.06 Føroyar-Jersey
Týsdagin 30.06 Føroyar-Áland
Mikudaign 31.06 Føroyar-Bermuda

Hálvfinalurnar eru hósdaging, og finalurnar eru fríggjadagin

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 10. apríl
RagnarRokk 10.apríl 2025
189858
Hósdag 10. apríl
RagnarRokk: Oliver Philipps um Shells
189855
Hósdag 10. apríl
Andarblak 10. apríl 2025 - Kórsangur
190564
Hósdag 10. apríl
Eitt korter við jazzi 10. apríl 2025
190554
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 10. apríl
Útilív 4:6
190570
Hósdag 10. apríl
Føroyar - Litava (36-26)
190551
Mikudag 9. apríl
Undansending: Føroyar - Litava
190512
Týsdag 8. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
190454
Týsdag 8. apríl
Veðrið
190447