Heilsuhús í gamla realskúlanum

Heilsuhús í gamla realskúlanum
Heilsuhúsið í Havn verður tvørfakligi snúningsdepilin hjá øllum tænastum og tilboðum á eldraøkinum
 
18.06.2015 - 11:33

Heilsuhúsið í Havn verður í gamla realskúlanum, beint sunnan fyri Kommunuskúlan. Tað boðar Tórshavnar kommuna frá.

Heilsuhúsið verður tvørfakligi snúningsdepilin hjá øllum tænastum og tilboðum á eldraøkinum, sum kommunan yvirtók á nýggjárinum og hevur skipað í nýggja stovninum Heilsu- og umsorganartænastan. 

Starvsfólk eru sett

Meta av Fløtum er leiðari í Heilsuhúsinum, sum er ein av trimum eindum í Heilsu- og umsorganartænastuni.
Hinir báðir eindarleiðararnir eru Jóngerð Guttesen og Maiken Olsen. Saman eru tær tríggjar leiðslutoymið í Heilsu- og umsorganartænastuni. 
Leiðslutoymið fer at halda til í Heilsuhúsinum. 
Haraftrat fara okkurt um 20 starvsfólk at hava skrivstovu har.

Miðstøð fyri ymsar tænastur

Heilsuhúsið verður eisini miðstøð hjá heimatænastuni, sum fevnir um heimahjálparar, heimasjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar og fysioterapeutar og ergoterapeutar. 
Heilsuhúsið letur upp eftir summarfrítíðina. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 26. januar
Gudstænasta í Viðareiðis kirkju
186874
Sunnudag 26. januar
Bolero - 26. januar 2025
186872
Leygardag 25. januar
Jambalaja - 250125
186859
Leygardag 25. januar
Vikan 25. januar 2025
186848
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519