Pál Joensen bronsu í Fraklandi

Pál Joensen bronsu í Fraklandi
Pál Joensen bleiv nummar trý í 1500 metur finaluni á Mare Nostrum stevnuni
 
07.06.2015 - 22:56

Pál Joensen fyrireikar seg í hesum døgum til HM-kappingina í Kazan í august, og svimjistevnan í Fraklandi er liður í hesum fyrireikingum.

Í dag svam Pál Joensen 1500 metur finaluna, og tað bleiv til eitt triðja pláss.

Svimjing.com skrivar, at undan finaluni vóru útlitini fyri gulli góð, tí favoritturin, Ryan Cochrane úr Kanada gav avboð til finaluna.

Men heldur óvæntað var tað Daniel Jervis úr Wales, sum kom fyrst á mál. Tíðin hjá Jervis var 15.05.65.

Soren Meissner úr Týskland bleiv nummar tvey við tíðini 15.07.90.

Tað var ikki nógv sum skilti teir í topp trý, tí tíðin hjá Páli Joensen var 15.09.17, sum er minni enn fýra sekund aftanfyri vinnaran.

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859