- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sigur og tap á øðrum degi
Sigur og tap á øðrum degi
Føroyar vunnu á Liktenstein, men taptu síðani fyri Kýpros
16.05.2015 - 21:09
Føroyska kvinnulandsliðið í flogbólti hevur í dag spælt tveir EM-undankappingardystir í Liktenstein.
Tann fyrri var ímóti vertstjóðini, og hann endaði 3-1 til Føroyar (21-25, 25-14, 25-21 og 25-11)
Í kvøld var aftur dystur á skránni, og hesin bleiv sera undirhaldandi. Fimm sett máttu spælast, áðrenn ein vinnari varð funnin.
Tíverri var Kýpros sterkari í fimta og avgerandi setti, og tí vunnu tær 3-2 á Føroyum.
Settúrslitini: 22-25, 25-17, 25-17, 20-25 og 7-15
Føroyar spæla í morgin síðsta dystin í hesi kappingini. Mótstøðuliðið er Luksemburg.
Dysturin byrjar klokkan 15.30, og hann verður útvarpaður beinleiðis í sendingini Bólturin.
Nýggjastu sendingar í ÚV