Nýggj iPhone etur avlopið hjá Samsung

Nýggj iPhone etur avlopið hjá Samsung
Avlopið hjá Samsung minkaði 39 prosent fyrsta ársfjórðingin sammet við 2014. Tær nýggju, stóru iPhone eta av avlopinum hjá Samsung
Avlopið hjá telefonframleiðaranum, Samsung, minkaði 39 prosent sammet við sama tíðarskeið í 2014. Høvuðsorsøkin er nýggja iPhone, ið kom á marknaðin í fjør heyst
Mynd: AP  
 
29.04.2015 - 10:37

Sølan av nýggjum iPhone gongur í løtuni so mikið væl, at tað sæst týðuliga aftur í avlopinum hjá hinum stóra telefonframleiðaranum, Samsung.

Fyrsta ársfjórðingin minkaði avlopið hjá Samsung við 39 prosentum sammet við sama tíðarskeið í 2014. Avlopið hjá Samsung fyrsta ársfjórðing var umleið 25 milliardir krónur.

Høvuðsorsøkin til ógvusligu lækkingina í avlopinum hjá Samsung er iPhone 6 hjá Apple, ið kom á marknaðin í fjør heyst, skrivar Associated Press.

Greinin heldur fram niðanfyri

Suðurkoreanski telefonframleiðarin, Samsung, væntar tó, at fyritøkan klárar at venda vánaligu gongdini í hesum næsta ársfjórðinginum í 2015 við eini nýggjari fartelefon.

Samsung ætlar við nýggju Galaxy S6 og Galaxy S6 Edge fartelefonunum at endurvinna sína støðu á millum annað kinesiska marknaðinum, har Apple telefonirnar eru betur umtóktar enn Samsung.

Greinarar eru kortini ikki sannførdir um, at nýggju Galaxy S6 fartelefonirnar eru nóg mikið til at vaksa um avlopið hjá Samsung aftur restina av hesum árinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
191037
Hósdag 24. apríl
Morgunlestur hósdagur 24.apríl 2025
190970
Mikudag 23. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (1:5)
191003
Mikudag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
190988
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946