FM sendinetið í Noregi verður sløkt

FM sendinetið í Noregi verður sløkt
Í Noreg fara tey at sløkkja FM útvarpssendinetið um tvey ár. Málið er, at alt FM sendinetið í Noregi verður talgilt í 2017
FM sendinetið í Noregi verður sløkt í 2017, og skift verður til eitt talgilt sendinet, hevur mentamálaráðharrin gjørt av
 
16.04.2015 - 08:56

Tað hevur mentamálaráðharrin, Thorhild Widwey, gjørt av. Við hesum hevur norska stjórnin tikið endaligu avgerðina um, at norskt útvarp verður fullkomiliga talgilt frá 2017, skrivar NRK.

Talgildingin letur upp fyri einum størri fjølbroytni av rásum, sum lurtararnir kring landið kunnu fáa gagn av. Haraftrat verður ljóðgóðskan betri, tilbúgvingin betri og størri kapping, sigur mentamálaráðharrin í tíðindaskrivi.

Í februar váttaði norska Miðlaeftirlitið, at krøvini til at sløkkja FM eru lokin og at útvarpið kann talgildast heilt frá 2017. 56 prosent av lurtarunum lurtaðu eftir talgildum útvarpi við ársskiftið.

Ein treyt, fyri at talgilda alt útvarpið, er, at yvir helvtin av lurtarunum hoyra útvarpið talgilt, sambært NRK.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 24. apríl
Morgunlestur hósdagur 24.apríl 2025
190970
Mikudag 23. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (1:5)
191003
Mikudag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
190988
Mikudag 23. apríl
Morgunlestur mikudagur 23.apríl 2025
190969
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946