Ung kenna seg bundin av sosialum miðlum

Ung kenna seg bundin av sosialum miðlum
Triði hvør millum 15 og 24 ár í Danmark er bundin av sosialu miðlunum. Foreldur eiga at vísa veg og seta mørk, heldur miðlagranskari
Triði hvør millum 15 og 24 ár í Danmark er bundin av sosialu miðlunum. Foreldur eiga sjálvi at ganga á odda og vísa hógv, heldur miðlagranskari
 
07.04.2015 - 14:25

36 prosent av teimum ungu millum 15 og 24 ár kenna seg bundin av teimum sosialu miðlunum, staðfestir nýggj kanning hjá Odense kommunu, sambært Kristeligt Dagblad.

Talið fyri alt Danmark er helst umleið tað sama, hóast kanningin er gjørd í Fyn, sigur Malene Charlotte Larsen, professari í sosialum miðlum í Aalborg Universitet.

Hon vísir á, at tað ikki neyðturviliga nýtist at vera ein trupulleiki, at tey ungu eru bundin av sosialu miðlunum, sigur Malene Charlotte Larsen sambært Kristeligt Dagblad.

Foreldur mugu seta mørk

- Talan er um misbrúk, tá tey ungu ikki fáa í lag at gera onnur ting, tí tey brúka so nógva tíð á sosialu miðlunum, sigur Malene Charlotte Larsen, professari.

Sjónarmiðið hjá professaranum í Aalborg fær eisini undirtøku hjá einum miðlagranskara í lærda háskúlanum í Keypmannahavn.

- Tað er umráðandi, at foreldur eisini vísa veg og seta mørk. Foreldur kunnu sjálvi byrja við at halda frí frá arbeiðinum í ferium, sigur Anne Mette Thorhauge við Kristeligt Dagblad.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186354
Mikudag 15. januar
Veðrið
186323
Týsdag 14. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
186275
Mánadag 13. januar
Við Gutta á fjalli - teknmálstulkað
186212
Mánadag 13. januar
Bragdið í Berlin
186209