Svimjing: Sára Nysted sett tvey føroysk met

Svimjing: Sára Nysted sett tvey føroysk met
Sára Nysted úr Susvim hevur sett tvey føroysk met, meðan hon hevur luttikið í Danish Open-kappingini um vikuskiftið
 
30.03.2015 - 13:31

Sára Nysted hevur svomið sera góðar tíðir í Danish Open kappingini í Danmark.

Leygardagin setti hon føroyskt met í 400 metur blandað, tá hon svam C-finaluna.

Tíðin hjá Sáru var 5.13.91. Hon tók rættiliga fitt av gamla metinum hjá Elspu Mørkøre frá 2005.

Gamla metið var 5.27.85.

Í gjár setti Sára aftur met. Hesaferð var tað juniormet í 100 m. frí. Tíðin hjá henni var 59,67 sekund.

Gamla metið átti Sára sjálv (1.00.17). Hon var bara fýra hundraðpartar frá tí føroyska metinum, sum Shaila millum Garðarnar setti í 2009.

Í 3-2 verða myndir frá Danish Open at síggja í kvøld. Millum annað sæst Pál Joensen, sum svam skjótastu tíð í heiminum higartil í ár í 800 metur finaluni

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. apríl
Jesu líðingarsøga - Langi fríggjadagur
190849
Hósdag 17. apríl
Jesu líðingarsøga - Skírisdagur
190847
Hósdag 17. apríl
Áður enn eg ljósið sá
190844
Mikudag 16. apríl
Mono - Passions Just LIke Mine (5:5)
190823
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta
190846
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
190835
Týsdag 15. apríl
Veðrið
190770
Týsdag 15. apríl
Dagur og vika
190805