- Tíðindi, mentan og ítróttur
NemID ikki talgild undirskrift
Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, skrivar í svari til Høgna Hoydal um NemID, at vit ikki eiga at lata okkum trýsta til at seta í verk hesa donsku KT-skipanina, og nýta hana sum eina talgilda undirskrift í Føroyum. Landsstýrismaðurin vil tó ikki siga, um hann tekur undir við uppskotinum hjá Tjóðveldi um at lóggáva allir upplýsingar aftur til Føroya. Hann vil heldur bíða eftir úrslitinum av tí greiningararbeiði, ið landsstýrið júst hevur sett í gongd, og sum skal enda við eini KT-strategi fyri Føroyar, sum ein talgild undirskrift eisini er partur av.
Pengar settir av til talgilding
Á fíggjarlógini fyri 2015 eru tvær milliónir settar av til talgilding av samfelagnum, og greiningararbeiðið, sum arbeiðsbólkurin er settur at gera, skal verða liðugt í ár.
Jørgen Niclasen skrivar í svarinum, at tað leysliga verður mett, at ein samskipað talgilding av Føroyum fer at gera raksturin millum 30 og 50 milliónir krónur bíligari. NemID loysnin, sum peningastovnarnir nú fara at nýta, er ikki ein talgild undirskrift, men eitt trygt log-in, skrivar hann.
Veit ikki hvørjar avleiðingarnar eru
Høgni Hoydal spyr eisini um, hvørjar avleiðingar tað hevur fyri føroyska búskapin, føroyska KT-vinnu og møguleikarnir at menna føroyskar loysnir og førleikar, nú bankarnir flyta allar sínar KT-trygdarskipanir av landinum. Til hetta svarar Jørgen Niclasen, at tað er ikki gjørd nøkur greining, sum í krónum vísir avleiðingarnar fyri føroyska búskapin og føroyska KT-vinnu, men yvirskipað kann sigast, at ynskiligt hevði verið um peningastovnarnir høvdu víst størri samfelagssinni og valt føroyskar loysnir, skrivar landsstýrismaðurin.
Ongar upplýsingar um kostnað
Landsstýrismaðurin kann heldur ikki svara uppá, hvussu stóran part av yvirskoti bankanna, fara av landinum til at menna elektroniskar skipanir utanlands. Hesar upplýsingarnar hevur hann ikki atgongd til. Hann vísur til eitt svar frá Felagnum peningastovnar, sum skrivar, at peningastovnarnir ikki kunnu svara hesum spurningi, tí talan deils er um upplýsingar fevndar av tagnarskyldu mótvegis KT-veitarum og deils um innanhýsis trúnaðarupplýsingar.
Dátueftirlitið skal hava eftirlit við trygdini
Høgni Hoydal spyr eisini um, hvørja trygd landsstýrismaðurin kann veita einstøkum borgarum, at teirra upplýsingar eru tryggir. Til hetta svarar landsstýrismaðurin, at hann ikki hevur møguleika at veita einstøkum borgarum ávísa KT-trygd, men kann staðfesta, at útlendski veitarin av skipaninum til peningastovarnar er undir eftirliti og fylgir altjóða trygdarstandardum. Landsstýrismaðurin er kunnaður um, at peningastovnarnir hava sent fráboðan til Dátueftirlitið um flyting av upplýsingum til donsku fyritøkuna, ið eigur NEM ID. Og at uppgávan hjá Dátueftirlitinum er, av sínum eintingum ella eftir klagu frá skrásetta, at ansa eftir, at viðgerð av persónsupplýsingum bara fer fram í samsvari við lógina og tær reglur, sum ásettar eru sambært lógini.