- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ljóðbóka- og e-bókatænastur eiga at vera til taks
Arbeiðsbólkurin er komin til ta niðurstøðu, at ljóðbókatænastan eigur at verða skipað sum serbókasavn undir Landsbókasavninum, har tænastan eigur at verða samskipað við eina e-bókatænastu og eina tænastu, ið samskipar tøkniligu menningina á økinum.
Tað er ein almenn uppgáva at tryggja, at eitt nøktandi útboð av ljóðbókum eru atkomuligar umvegis eina ljóðbókatænastu, og at føroyskar ljóðbøkur og e-bøkur eru til taks umvegis eina nettænastu á landsins bókasøvnum. Tað er niðurstøðan í áliti, sum landsstýrismaðurin í mentamálum, Bjørn Kalsø, í dag fekk handað frá arbeiðsbólki, ið hevur viðgjørt spurningar um, hvørjar tænastur landið skal veita, tá tað um ljóðbøkur og e-bøkur ræður.
Í arbeiðsbólkinum hava verið umboð fyri forlagið Ljóðbøkur, Landsbókasavnið, Býarbókasavnið, forlagið Sprotan, Nám, Sjóndepilin, Felagið fyri lesi- og skriviveik og Mentamálaráðið.