Nú skal makrelur og laksur á kinesiska marknaðin

Nú skal makrelur og laksur á kinesiska marknaðin
Umboð fyri Heilsufrøðiligu Starvsstovuna hava verið í Kina og samráðst við kinesiska matvørumyndugleikan um útflutning av makreli og laksi
Umboð frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni hava verið í Kina
Mynd: Savnsmynd  
 
09.02.2015 - 12:44

Føroyskur makrelur kann, sambært avtaluuppskotinum, útflytast til Kina. Í fyrsta umfari verður hetta í seglaðum bingjum úr Føroyum og allan vegin til Kina.

Frá føroyskari síðu er ynski um fyrst at útflyta makrelin á frostgoymslur í Europa og haðani víðari í bingjum til Kina. Heilsufrøðiliga Starvsstovan sigur, at fleiri viðurskifti skulu loysast, áðrenn hetta kann gerast, og ikki fyrr enn loysn er á hesum, kann avtalan víðkast. Uppskotið til avtalu manglar nú bert at undirskrivast av pørtunum Laksaútflutningur var eisini á dagsskránni á ferðini til Kina. Útflutningurin av feskum laksi heldur fram við verandi skipan, men kinesarar ynskja tó broytingar soleiðis, at tær kanningarnar, sum nú verða gjørdar av vøruni á marknaliðnum í Kina, verða fluttar til Føroya. Hetta fyri at stytta um avgreiðslutíðina við kinesiska markið.

Avtalað er partanna millum at arbeiða víðari við hesum. Kinesarar ætla, at ein 3. partur skal standa fyri hesum arbeiðnum í Føroyum, men enn er eingin avtala gjørd um hetta. Føroyar eru triðstørsti útflytari av laksi til Kina - og fyri feskan laks eru Føroyar á øðrumplássi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859