- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vil hava at vita nær lóg um barnaváttan kemur
Fyrst skulu ein donsk lóg og ein donsk kunngerð setast í gildi í Føroyum, og síðani skal Mentamálaráðíð gera eina føroyska lóg um barnaváttan
Í oktober í 2012 samtykti løgtingið eitt uppskot hjá Javnaðarflokkinum um at biðja landsstýrið fáa í lag barnaváttanir í Føroyum. Barnaváttanir skulu avmarka møguleikan hjá fólki, sum fremja kynsligan ágang, at arbeiða við børnum.
Tá skipanin er komin, skulu hesi fólk vísa reina barnaváttan, tey skulu ikki vera dømd fyri at hava framt kynsligan ágang móti børnum. Sirið Stenberg, løgtingskvinna, hevur nú spurt løgmann, hvat varð av lógini um barnaváttanir.
Kaj Leo Holm Johannesen svarar, at danska lógin um persónsupplýsingar skal setast í gildi í Føroyum fyrst. Lógin er á veg, svarar løgmaður. Og ein kunngerð skal eisini lýsast, so politiið í Føroyum kann skriva út barnaváttanir.