- Tíðindi, mentan og ítróttur
Harðari treytir fyri tey, sum gera seg inn á børn
Landsstýrið bað tann 30.oktober í fjør danska Løgmálaráðið um at fáa reglurnar í føroysku rættargangslógini um varðhaldsfongsul og avbyrging dagførdar.
Tá hendan dagføring er komin í gildi, verður sama heimild her sum í Danmark at varðhaldsfongsla fólk í sambandi við álvarslig kynslig brotsverk móti børnum.
Í donsku rættargangslógini er ein serlig heimild til at forða fólki, sum eru skuldsett ella dømd, í at ganga leys.
Men tá skulu sannlíkindi vera fyri, at skuldsett fara at fáa minst 60 daga treytaleysa fongsulsrevsing, og at ikki verður hildið hóskandi, at skuldsett ella dømd eru leys til dómurin fellur ella tann dømdi skal inn at sita dómin.
Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, sum hevur svarað fyrispurningi frá Sirið Stenberg, løgtingskvinnu.
Atfinningar hava verið móti dómsvaldinum og ákæruvaldinum, tí fólk, sum eru dømd fyri kynslig brotsverk móti børnum, ikki eru innibyrgd, meðan tey bíða eftir, at mál teirra verður viðgjørt í Landsrættinum ella, meðan tey bíða eftir at fara inn at sita.
Dømi eru um, at slík fólk aftur hava gjørt seg inn á børn, meðan tey hava bíðað eftir Landsrættinum ella boðum um at koma inn at sita.