Hallur Hansson orkar best

Hallur Hansson orkar best
Vendsyssel FF, sum er nýggja felagið hjá føroyska landsliðsleikaranum hevur havt árins fyrstu rennuroynd. Hallur var best fyri av øllum leikarunum
Mynd: fsf.fo  
 
21.01.2015 - 23:16

Hallur Hansson er sera væl fyri skrivar heimasíðan hjá danska felagnum Vendsyssel FF. 

Besta liðið hjá Vedsyssel FF hevði ársins fyrstu bib royndarrenning (yoyo test) í vikuni. Hallur Hannson var maðurin, ið orkaði best. 

Hallur Hansson rann heilt fram til royndartalið 22,7. 

Hvussu fer ein BIB renning fram

Royndin er at hoyra á eini ljóðfíli, sum ein skal lurta eftir meðan ein rennir ein interval tein, sum er eitt stutt strekki. 

Royndin byrjar á talinum fimm og endar á 23. Hon er skipað soleiðis, at eitt ávíst fast strekkið skal rennast við øktari ferð fyri hvørt talið veksur. 

Tvær keylur standa við hvør sín enda fyri strekkið og eitt ljóð (bib) er at hoyra. Heldur leikarin seg ikki innanfyri avmarkaðu tíðina, (tá bib ljóðið er at hoyra) fær man fyrst eina ávaring og endurtekur tað seg, er royndin liðug.

Hallur eisini betur enn royndartølini í summar

Heimasíðan hjá Vendsyssel FF skrivar eisini at sama roynd varð gjørd í summar. Tá runnu leikararnir umleið innanfyri 21.

Hesuferð runnu fleiri umleið 22, men Hallur var einasti leikarin sum rann 22,7. Sambært Vendsyssel FF, so eru tey sera væl nøgd við rennu orkuna hjá unga og evnaríka føroyinginum. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 30. januar
«Hví eru tit ræddir, fátrúnu menn!»
187112
Hósdag 30. januar
Andarblak - Náttin er bjørt sum dagurin
187106
Hósdag 30. januar
Morgunlestur hósdagur 30.januar 2025
186658
Mikudag 29. januar
Skratsj 29. januar 2025
187050
Nýggjastu sendingar í SV