- Tíðindi, mentan og ítróttur
Semja á veðurlagsfundi í Lima
Tað eydnaðist í morgun ST limalondunum at semjast um eina felags yvirlýsing á veðurlagsráðstevnuni, COP 20, í Lima, høvuðstaðnum í Peru.
Yvirlýsingin ásetir, hvussu londini kunnu koma fram til eina avtalu um at avmarka útlátið av evnum, sum ávirka veðurlagið, tá næsti verðurlagsfundur verður í Paris næsta ár.
Samráðingarnar á fundinum í Lima hava verið truplar, tí ósemja var millum rík og fátøk lond um, hvussu nógv tey hvør sær skuldu taka á seg at minka um útlátið.
Millum annað stuðlaði Kina afrikanskum londum, sum vildu tryggja sær, at tey fáa hjálp at gjalda rokningina fyri tiltøkini, ið skulu til fyri at steðga veðurlags-broytingunum.
Gott grundarlag fyri avtalu
Danski umhvørvismálaráðharrin Rasmus Helveg Petersen heldur, at avtalan í Lima er eitt gott grundarlag fyri at kunna gera eina bindandi avtalu á veðurlagsfundinum í Paris næsta ár
Men hann vísir tó á, at avtalan ikki hevur svar upp á spurninginum, hvussu londini skulu minka um útlátið alt eftir hvørjum meningarstigi, tey eru á.
- Vit mugu seta okkum fyri at røkka stórum málum og semjast um at skerja útlátið munandi á veðurlagsfundinum í Paris næsta ár, sigur Rasmus Helveg Petersen, tí vit merkja øll veðurlagsbroytingarnar, sigur danski umhvørvismálaráðharrin.
- Í nøkrum stórbýum er trot á drekkivatni av turki, aðrastaðni flýggja fólk undan vatnflóð. Og tak støðuna í Danmark, har kjallararnir oftari og oftari standa undir í vatni, sigur danski umhvørvismálaráðharrin Rasmus Helveg Petersen.