Berghol norður um Fjall verða gjørd í 2021

Berghol norður um Fjall verða gjørd í 2021
Landsverk fer at ráðføra seg við serfrøðingar í Sveis, hvussu bergholini í Føroyum kunnu dagførast, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður
Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, hevur svarað fyrispurningi frá Elsebeth M. Gunnleygsdóttir
 
05.12.2014 - 08:09

Tað kostar nakað tað sama at víðka berghol sum at gera nýggj, tá eingin onnur farleið er at brúka, meðan bergholini verða víðkað. Tað eru royndirnar bæði í Noregi og Íslandi.

Nýggj berghol norður um Fjall í Borðoynni verða gjørd frá 2021 til 2024. Tey skulu ætlandi kosta 265 mió. kr. 

Til nýggju bergholini eru gjørd, verður dentur lagdur á at gera trygdina í gomlu bergholunum so góða sum gjørligt, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, sum hevur svarað fyrispurningi frá Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, løgtingskvinnu.

Landsstýrismaðurin upplýsir í svarinum, at Landsverk í næstum fer at ráðføra seg við serfrøðingar í Sveis um, hvussu bergholini í Føroyum kunnu dagførast.

Og fyrst í 2015 fær Fíggjarmálaráðið eitt tilmæli frá Landsverki um, hvussu nógv tað kostar at dagføra berghol samanborið við at byggja nýggj berghol. Tá tilmælið er komið, verður tað lagt til politiska støðutakan, sigur Jørgen Niclasen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. november
RagnarRokk 28.november 2024
183843
Hósdag 28. november
«Hosianna, Dávids sonur!»
184318
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184321
Hósdag 28. november
Kanst tú siga farvæl? (1:2)
184255
Mikudag 27. november
Kanst tú siga farvæl? (2:2)
184254
Mikudag 27. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184234
Mikudag 27. november
Fólksins rødd 4:4 - teknmálstulkað
184221